Parkinsonfelagið stuðlar føroyskari granskingarverkætlan

Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetri Føroya fer undir verkætlanina ”Mikrobiom og Parkinson sjúka”

Í vikuni fekk Maria Skaalum Petersen játtað 851.734 kr í stuðli frá Sjúkrakassagrunninum til verkætlan, sum kallast Mikrobiom og Parkinson-sjúka. Sjúkrakassagrunnurin stuðlar í mesta lagi 2/3 av eini verkætlan, tvs. 1/3 skal fíggjast av øðrum keldum. 

Parkinsonfelagið ynskir at stuðla hesi verkætlan við pengum úr jarðarferðargrunninum. Hetta eru gávur, sum eru givnar í samband við jarðarferð og sum einans kunnu brúkast til gransking og til at stuðla útbúgving og menning av heilsustarvsfólki, sum arbeiða við Parkinson.

Parkinsonfelagið stuðlar við kr. 125.000 krónum.

Maria Skaalum Petersen greiðir soleiðis frá verkætlanini:

- Tær óteljandi bakteriurnar, sum eru í okkara kroppi, gera annað og meira enn bert at sodna okkara mat. Gransking bendir á, at bakteriurnar í tarmum okkara eru í beinleiðis sambandi við heilan, og at javnvágin millum góðar og minni góðar bakteriur kann hava ávirkan á sjúkur, m.a. Parkinson sjúku.

- Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, um persónar, sum hava Parkinson sjúku, hava aðra bakteriu samanseting enn fólk, sum ikki hava sjúkuna. Eisini vilja vit kanna, um/hvussu parkinson heilivágur ávirkar tarmflora’ina. Við hesi kanning vænta vit at fáa nýggja vitan um orsøkir til, at ein fær Parkinson sjúkuna; vitan, sum við tíðini vónandi kann viðføra nýggja, betri viðgerð til frama fyri sjúklingarnar.

Fyri at kanna hetta fara vit at spyrja persónar við Parkinson og maka ella onnur frá húsarhaldinum um at lata okkum eina skarnroynd, umframt ein tilvildarligan persón í sama aldri og kyn (kontollar), soleiðis at vit kunnu samanbera tarmbakteriu samansetingina í hesum trimum bólkum. Tað finnast ‘kit’ ella útbúnaður at savna skarnroyndir, sum gera tað rímiliga lætt hjá luttakarum at savna eina skarn roynd. Harumframt ynskja vit at fáa skarnroynd frá nýggjum sjúklingum, áðrenn teir byrja uppá heilivág, og so eina nýggja roynd 1 ár seinni fyri at vita, um heilivágur ávirkar tarmbakteriu samansetingina. Verkætlanin fer í gongd um nakrar mánaðir, tá tey formligu viðurskiftini eru fingin uppá pláss. Maria endar við at siga, at hon er sera takksom fyri stuðulin frá Parkinson felagnum, sum saman við stuðlinum frá Sjúkrakassagrunninum er avgerandi fyri, at verkætlanin kann fara í gongd.

Nevndin í Parkinsonfelagnum:

Durid Johannesen, forkvinna
John William Joensen, næstformaður
Joy Ann Simonsen, kassameistari
Oddvá Tróndheim, skrivari
Anna Katrina Beder, nevndarlimur