Enn er tamarhald ikki fingið herviliga eldsbrunan í søguligu Notre-Dame dómkirkjuni í París. Men tað sær betri út enn fyrr í kvøld.
Fraklendingar og allur heimurin hevur í kvøld stúrt fyri, at søguligi bygningurin fer at brenna í grund. Men nú eru sløkkiliðsfólk sambært CBS News sannførd um, at til ber at bjarga eyðkendu høvuðstornunum í Notre-Dame. Konstruktiónin av bygninginum sær eisini út til at vera bjargað.
##med3##
Til ein tíðindafund seint í kvøld lovaði franski forsetin, Emmanuel Macron, við tárum í eygunum at endurbyggja Notre-Dame. Men tørvur verður á ógvuliga umfatandi umvælingsarbeiði, og nógv av tí áragamla trænum er brent burtur í søguna.
Nógv virðirsmikil ting eru bjargað úr kirkjuni við góðari hjálp frá lastbilum, sum bjargingarfólk hava koyrt málningar og aðrar søguligar lutir í fyri at bjarga teimum.
Heili 400 sløkkiliðsfólk stríðast við at fáa sum best burtur úr ræðuleikanum við ikonisku dómkirkjuni, og tey koma at arbeiða langt út á náttina. Ein sløkkiliðsmaður hevur fingið álvarsligan skaða, sambært CBS News.
##med2##