Partrol – eitt stórt tak fyri minni útláti

- Fara tveir lemmatrolarar at partrola, spara teir olju, sum svarar til nýtsluna hjá umleið 400 húsarhaldum í Føroyum um árið. Lemmatrolararnir eru 13 í tali, og høvdu vit í staðin havt seks “pør”, hevði orkusparingin næstan svarað til íbúgvaratalið í Klaksvík, sigur skipari, sum Sosialurin hevur tosað við

Orkusparing

 

At føroyingar hava stórt útlát í mun til íbúgvaratal, kemst serliga av, at fiskiskipaflotin er lutfalsliga stórur og brúkar nógva olju.

Ymiskt hevur verið frammi um, hvussu skipaflotin kann minka um sína oljunýtslu og eitt tað seinasta, vit hava hoyrt um, er ein nýggj skrúva, sum er orkusparandi.

Nú umstøðurnar hjá lemmatrolarunum hava verið umrøddar, hevur eisini verið frammi, at partrol hevði verið ein gongd leið.

Tá ið teir smærru trolararnir í sínari tíð fóru at partrola, spardu skipini uppí eini 40% í olju, samstundis sum fiskiskapurin ikki royndist verri, men heldur betur.

 

Stór sparing

- minni útlát

Ein skipari á lemmatrolara, sum Sosialurin hevur tosað við í morgun, vísir á, at nógvur peningur er at spara við partroli, samstundis sum sparingin fremur minni útlát.

- Lemmatrolararnir brúka millum 5.000 og stívliga 6.000 litrar av olju um samdøgnið – alt eftir, hvussu stór skipini og maskinorkan eru. Hetta merkir, at tveir slíkir trolarar brúka millum 10.000 og 12.000 litrar av olju um døgnið. Siga vit, at tveir lemmatrolarar fara at partrola, er sparingin um samdøgnið umleið 4.000 litrar – ella umleið 2.000 litrar fyri hvørt skipið um døgnið.

Skiparin vísir á, at hetta svarar til eina minni oljunýtslu upp á 1,2 miljónir litrar um árið, sum aftur svarar til oljunýtsluna hjá umleið 400 miðal húsarhaldum um árið.

- Sparingin hjá tveimum lemmatrolarum svarar soleiðis til oljunýtsluna hjá eini miðalstórari føroyskari bygd um árið, og tað er ikki smávegis, leggur hann aftrat.

Tað eru tilsamans 13 lemmatrolarar í føroyska fiskiskipaflotanum, og siga vit, at 12 teirra fara at partrola, høvdu hesi seks “pørini” spart olju, sum svarar til nýtsluna hjá 1200 húsarhaldum í Føroyum.

- Hetta svarar næstan til íbúgvaratalið í Klaksvík, sigur hann.

Nú so nógv verður gjørt burtur úr umhvørvinum og tí neyðuga í at minka um útlát, er tað ikki lítið, sum ein umlegging av hesum partinum av flotanum hevði merkt fyri orkunýtsluna.

 

Ikki allir

Skiparin vísir á, at tað neyvan eru allir, sum eiga og reka lemmatrolarar, ið hava hug at partrola soleiðis beinanvegin.

- Hesi skip hava ongantíð partrolað og hava heldur ikki traditión fyri hesi veiðiskipan.

Hann sigur, at millum lemmatrolararnir eru nakrir, sum hava minni maskinorku enn aðrir, og tað eru kanska serliga hesir, ið kunnu hugsast at vilja gera royndir við partroli.

Sum skilst, eru tað tvey av skipunum, sum hava minni maskinorku, ið nú hava søkt Fiskimálaráðið um loyvi at partrola.

- Vit vita, at nógv olja er at spara við partroli, og vit vita av royndum hjá teimum smærru trolarunum, tá teir fóru at partrola, at veiðan ikki minkaði, men heldur kvinkaðist uppeftir.

Skiparin sigur, at hóast veiðan hjá lemmatrolarunum verður hin sama við partroli, sum hon er í dag, kann hetta merkja nógv fyri raksturin hjá hesum skipum.

- Við verandi og møguliga veksandi oljuprísum verður tað bara ein spurningur um tíð, nær hesin parturin av flotanum noyðist at gevast, sigur hann.

 

Stórt hall

Skiparin vísir á, at á seinasta túri vóru teir úti í 10 dagar.

- Vit bunkraðu 52.000 litrar av olju, áðrenn vit fóru. Oljan kostaði soleiðis umleið 250.000 krónur. Hetta var ikki ein bummtúrur. Vit fiskaðu 140.000 pund, meginparturin upsi, og seldu fyri 350.000 krónur.

Skiparin sigur, at 9-10 mans eru við hvørjum lemmatrolara, og ein og hvør dugir at síggja, at hetta hongur slett ikki saman, tá oljan er goldin, og manningin hevur fingið sítt.

- Okkara skip hevur ikki so stóra maskinorku, og tí hava vit fyri tað mesta ligið á upsanum.

Hann heldur, at ein møguleiki fyri frægari rakstri er, at fiskiveiðimyndugleikarnir geva loyvi til partrol.

- Men, sum nevnt, verða tað neyvan allir, sum í fyrstu syfti vilja royna hetta. Aðrir eru kroystir til at gera hesa royndina fyri at vita, hvussu úrslitið verður. Hetta verður eitt val millum lív ella deyð hjá fleiri av lemmatrolarunum.

Skiparin vísir á, at samstundis, sum summir halda, at partrol kann vera ein gongd leið fyri nøkur av hesum skipum, høvdu aðrir ivaleyst heldur vilja, at skipini fingu nøkur rættindi aðrastaðni, kanska í Grønlandi ella í Barentshavinum.