Partrolarar hava góðan fiskiskap eftir upsa

Fimm av teimum smáu trolbátunum eru úti í løtuni. Teir fáa mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski, og allir koma inn at landa fyrst í hesi vikuni

Sambært Fiskamarknaði Føroya eru tilsamans fimm partrolarapør til fiskiskap í løtuni, trý fiska upsa, og tvey fiska gulllaks.

 

Sagt verður, at fiskiskapurin hjá partrolarunum eftir upsa er góður í løtuni.

 

Gulllaksavertiðin, sum vanliga byrjar tíðliga í apríl, fer nú at styttast, men enn eru helst nakrar vikur eftir av vertíðini.

 

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum. Annar landar í vikuni, og hin landar helst í aðru viku.

 

- Djúpvatnstrolararnir fáa mest av toski og so eitt sindur av svartkalva og blálongu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at fimm av teimum smáu trolbátunum eru úti í løtuni. Teir fáa mest av toski, hýsu og nakað av flatfiski.

 

- Allir trolbátarnir koma inn at landa fyrst í hesi vikuni.

 

Um garnaskipini verður sagt, at trý fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Væntandi koma øll garnaskpini inn at landa í vikuni.