Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Eitt par kemur inn at landa í dag, og væntandi koma nøkur pør miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni. Trý pør fiska framvegis gulllaks.
- Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks, og tríggir fiska svartkalva og kongafisk. Møguliga kemur onkur djúpvatnstrolari inn at landa í vikuni.
Fríggjadagin vóru fýra trolbátar til fiskiskap. Teir fiska vestan fyri og norðanfyri. Væntandi koma trolbátarnir inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.
- Trolbátarnir fáa ikki tað nógva í løtuni, men fiskiskapurin er brúkiligur kortini.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý garnaskip fiska svartkalva. Eitt landaði seinasta fríggadag, eitt landaði leygardagin, og eitt garnaskip kemur inn at landa í dag.