Partrolarar fiska upsa og gulllaks

Av teimum smáu trolbátunum hevur ein verið á landleiðini, og tveir hava fiskað norðanfyri.

Tá vikan byrjaði, vóru fýra partrolarapør til fiskiskap, og ætlandi koma tey flestu inn at landa í vikuni.

 

- Umframt at fiska upsa, fáa partrolararnir eisini nakað av hvítum fiski. Haraftrat fiska tvey pør gulllaks.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein frystitrolari fiskar svartkalva í bretskum sjógvi, og her eru eisini ísfiskatrolararnir og fiska svartkalva.

 

Av teimum smáu trolbátunum hevur ein verið á landleiðini, og tveir hava fiskað norðanfyri.

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og flatfiski, og allir koma inn at landa í vikuni.

 

Tvey garnaskip eru eisini til fiskiskap í løtuni.

 

- Eitt er norðan fyri, og eitt er vestanfyri. Bæði garnaskipini fiska svartkalva, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.