Patrik av landinum at royna seg

Profilar hjá bæði B36 og HB royna seg í løtuni í Noreg

Bæði Patrik Johannesen (B36) og Ári M. Jóansson (HB), eru farnir av landinum at royna seg í norskum fótbólti. Í báðum førum er talan um sokallaðar royndarvenjingar.

 

Patrik Johannesen, sum í ár hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti, er farin at royna seg í Bryne og Sandnes Ulf. Somuleiðis er Ári M. Jónsson í Sandnes Ulf og roynir seg.

 

Talan er um felag í næstbestu deildini í Noreg, har teir í løtuni liggja nummar trý. Patrik Johannesen fer fyrst at royna seg í føroyingafelagnum, Bryne, har Rógvi Baldvinsson spælir.

 

Bæði Patrik Johannesen og Ári M. Jónsson komu á ársins lið hjá Miðlahúsinum í ár. Patrik Johannesen var hartil tilnevndur til ársins áleypara.

 

Norðlýsið skrivaði fyri kortum, at ársins ungi spælari - Michal Przybylski – er á veg til B36. Hann segði í samband við heiðurin fríggjadagin, at hann ikki hevur tikið endaliga avgerð um komandi kappingarár, men tað ljóðar fyri vist at bæði Skála og B36 vilja hava 10 málsskjúttan frá í ár.