Patrik Johannesen verður seldur

B36 skal klára seg uttan toppskjúttan farna kappingarár

Tað tykist púra greitt, at Patrik Johannesen verður seldur til Florø í næstbestu deildini í Noreg. Føroyski landsliðsspælarin vil ikki gera viðmekringar til málið beint nú, men nógv bendir á, at tað er bara ein spurningur um tíð.

 

Les eisini: Patrik ov dýrur

 

Patrik Johannesen, sum hevur skotið 16 mál fyri B36 í farna landskappingarári, hevur verið í Noreg og royndarvant við feløgum sum Florø, og Bryne, ið hevur Rógva Baldvinsson í hópinum. In.fo skrivaði um, at Bryne helt Patrik Johannesen verða ov dýran til felagið.

 

Les eisini: B36 eigur Patrik

 

Sum skilst, so eru Florø og B36 komin ásamt um prísin fyri tvøramannin, sum fekk debut á landsliðnum í ár. Hann hevur sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár, men verður nú keyptur leysur.

 

Les eisini: Toppskjúttin hjá B36 á veg til Noreg

 

Florø bleiv nummar átta av 16 í OBOS deildini í Noreg, sum er næstbesta deildin.