Patrik og liðfelagarnir vunnu fjórða dystin á rað - Obbekjær skoraði

Breiðablik er oddalið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Breiðablik ferðaðust í dag longu leiðina til Akureyrar fyri at spæla dyst móti KA.

 

Tað eydnaðist Breiðablik at vinna dystin 3-2. 

 

Breiðablik legði seg á odda bæði 1-0 og 2-1, men báðu ferðirnar svaraði KA aftur. Tó megnaði heimaliðið ikki at svara aftur triðju ferð.

 

Daniel Obbekjær, ið var 07 Vestur góður farna kappingarár skoraði fyrsta málið hjá Breiðablik. 

 

Patrik kom á vøllin fyri Breiðablik í 66. minutti.

 

KA-Breiðablik 2-3 (1-1)

0-1 Daniel Obbekjær ('20 )

1-1 Viðar Örn Kjartansson ('36 )

1-2 Ísak Snær Þorvaldsson ('51 )

2-2 Viðar Örn Kjartansson ('62 )

2-3 Kristófer Ingi Kristinsson ('82 )

 

Breiðablik er nú seks stig frammanfyri liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víking Reykjavík sum tekur móti Vali á Víkingavøllinum klokkan 20.15. Tað verður tó uttan Gunnar Vatnhamar í hópinum. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunur+/-Stig
1Breiðablik21144348:252346
2Víkingur Reykjavík19124344:212340
3Valur20105547:291835
4FH2196636:32433
5Akranes2194839:30931
6Stjarnan2185836:35129
7KA Akureyri2176832:37-527
8Fram2075828:28026
9KR2056933:38-521
10Vestri21461122:42-2018
11Fylkir21451226:45-1917
12HK20521322:51-2917