Patrik skoraði tvey mál fyri Breiðablik í kvøld

Breiðablik tapti 2-3 fyri ÍBV í fjórðingsfinaluni í Lengjubikaranum

Íslendsku meistararnir, Breiðablik vóru fyri heldur óvæntaðum 2-3 tapi í fjórðingsfinalu í Lengjubikaranum í kvøld.

 

Breiðablik var favorittur til at knógva ÍBV á heimavølli, men eyjamenn vóru omaná tá dysturin var liðugur.

 

Patrik Johannesen gjørdi sítt fyri, at Breiðablik skuldi vinna seg í hálvfinaluna. Hann skoraði nevnliga bæði málini hjá Breiðablik.

 

Tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum legði Patrik Breiðablik á odda 1-0, og tá 76 minuttir vóru farnir av dystinum javnaði hann til 2-2. 

 

Bjarki Gunnarsson skoraði sigursmálið hjá ÍBV tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Klæmint A. Olsen var ikki við í hópinum hjá Breiðabliki í kvøld.