Patrik sleppur ikki upp í part hjá Breiðablik

Breiðablik er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Tað gongur væl hjá liðnum hjá Patriki Johannesen, Breiðablik, men tað gongur tíverri ikki av tí besta hjá Patriki.

 

Í dag vann Breiðablik í ovara endaspælinum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini 1-0 (0-0) á FH á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.

 

Sigurin merkir, at Breiðablik er nú fremst í deildini við 55 stigum. Breiðablik er trý stig frammanfyri liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík, ið tó hevur spælt ein dyst færri.

 

Í dag fekk Patrik onga spælitíð, og tað fekk hann heldur ikki í undanfarna umfarinum, tá Breiðablik á heimavølli vann 2-0 á Akranesi.

 

Seinastu mánaðarnar hevur Patrik bert fingið avmarkaða spælitíð. Patrik hevur í 17 dystum skorað tvey mál og lagt upp til eitt mál.

 

Júst nú spælir Víkingur Reykjavík móti Vali á útivølli. Við sigri tekur Víkingur oddasessin aftur.