##med2##
"Er tað at fara frá einum toppliði í Betrideildini til eitt 3. deildarlið í Noregi eitt framstig?"
Hendan spurningin hava mong spurt á fótbóltskjaksíðum á Facebook o.a. nú Patrik Johannesen hevur skift KÍ út við Egersund í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Patrik Johannesen sjálvur er ivaleysur í, at støðið er nóg høgt. Hann sigur, at talan er um eitt professionelt felag, har umstøðurnar eru optimalar til fótbólt.
- Jé vil heldur spæla móti 10 góðum liðum enn sum í Føroyum, har okur bara hava spælt móti 3-4 góðum liðum, sigur Patrik avgjørdur í samrøðu við Trónd Arge í sendingini, Fótbóltspanelið á FM1.
Patrik dugir heldur ikki at síggja, at hann ikki skal vera inni í myndini til at fáa landsliðsboð um hann avrikar væl við Egersund í triðbestu norsku fótbóltsdeildini.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Patrik Johannesen á FM1 fyrr í dag.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jákup Ósá hjá bolt.fo og Norðlýsinum.