Paul McCartney fingið Hollywood stjørnu

Allir hinir limirnir í Beatles høvdu fingið eina. Og nú hevur tann síðsti av teimum, Paul McCartney, eisini fingið sína heilt egnu Hollywood-stjørnu. Allar stjørnurnar eru á gongubreytini, Walk of Fame, ið er meira enn tveir kilometrar lang. Paul McCartney er persónur nummar 2460, ið fær eina stjørnu á kendu gongubreytini. Stjørnan liggur beint uttan fyri Vine Street, ið er beint uttan fyri plátuframleiðslufyritøkuna, Capitol Records, sum útgav fløgurnar hjá The Beatles á sinni.

 

– Tá vit einans vóru fýra dreingir úr Liverpool, ið bara lurtaðu eftir tónleiki, hevði eg ongantíð kunnað ímyndað mær, at eg sjálvur fór at fáa eina stjørnu á The Walk of Fames. Eg vil fegin takka hinum trimum bólkalimunum í Beatles. Uttan teir hevði eg ikki kunnað gjørt tað.

 

Fleiri hundraðtals fjepparar hjá McCartney vóru og hugdu. Eisini var kona McCartney, Nancy Shevell, og sonurin, James, við til hátíðarløtuna.

 

Síðsta mánadag gav 70 ára gamli Paul McCartney nýggja fløgu út. Fløgan eitur Kisses on the Bottom”.

 

Skrivð hevur Neli Heldarskarð.