Paul Watson leitar vestan fyri Koltur

Steve Irwin, skipið hjá Paul Watson, liggur í dag vestanfyri Koltur og leitar eftir grind.

Síðani skipið kom í føroyskan sjógv, hava teir siglt runt og leitað eftir grind, soleiðis at sjónvarpsliðinu umborð fáa myndir av grindahvali við Føroyar. Um teir hava fingið myndir av grindahvali enn, er óvist.

Eingin grind er fráboðað síðani í mei mánaði, tá stór grind varð hildin til í Gøtu.