Paul Watson og Sea Shepherd eru komin í dýrastu neyð.
Neyðin er so stór, at felagsskapurin nú stendur til at missa flaggskip sítt, Steve Irwin, sum liggur væl og virðiliga bundið við bryggju í hetlendska høvuðsstaðnum, Lerwick.
Sea Shepherd var annars á veg til Føroya við Steve Irwin at leggja seg út í okkara grindadráp.
Men føroyingar hava fingið eina hjálpandi hond, sum var heilt óvæntað.
Eitt útgerðarfelag á Malta hevur nevniliga reist endurgjaldskrav ímóti Sea Shepherd tí at felagsskapurin hevur skrætt tunfiskagørn hjá einum skipi hjá felagnum.
Tað gjørdi eitt skip hjá Sea Shepherd, tá ið tað sigldi á ein tunfiskabát hjá felagnum við teirri avleiðing, at 6000 tunfiskar, sum vigaðu eini 35 tons, sluppu úr gørnunum.
Endurgjaldskravið er upp á heilar eina millión evrur, ella slakar 7,5 milliónir krónur, sum er virðið á veiðini og reiðskapinum, skipið misti.
Tí hava hetlendskir myndugleikar lagt hald á Steve Irwin, til Sea Shepherd kann veita trygd fyri pengunum.
Og fyrrenn Sea Shepherd veitir trygd fyri pengunum, sleppur Steve Irwin ikki úr aftur Hetlandi.
Beint nú er sostatt ivingarsamt um ætlaða atsóknin ímóti føroyingum dettur niðurfyri
Biðja um hjálp
Men tað vísir seg at vera nógv lættari sagt enn gjørt hjá umhvørvisfelagsskapinum at reisa so stórar upphæddir.
Tí rópar Paul Watson nú neyðarróp.
Í kenslubornari áheitan á heimasíðu felagsins bønar og biðjur hann nú um fíggjarliga hjálp, so at tey verða før fyri at veita kravdu trygdina.
Hann staðfestir, at kemur hjálpin ikki, verður Steve Irwin liggjandi í Hetlandi og í versta føri verður skipið selt.
Paul Watson sendir rætt og slætt út neyðarkall við eini inniligari áheitan um at bjarga skipinum.
- Lívið í havinum er í vanda, staðfestir hann.
- Bjarga skipið okkara, bønar hann.
Og hann ásannar eisini, at alt ger mun, tí tey, sum vilja hjálpa honum, kunnu stuðla við eini upphædd, sum er heilt niður í fimm amerikanska dollarar, sum eru góðar 26, krónur.
At Sea Shepherd er í peninganeyð, er onki nýtt, tí skip hjá felagsskapinum hava onkuntíð fyrr ligið, tí at tey ikki hava havt ráð at bunkra olju.
Og so verður spennandi at vita, hvussu tað fer at hilnast at reisa eina so stóra upphædd, sum tað her er talan um.