Leiðarin hjá Sea Shepherd sigur seg hava fingið boð frá politinum at málið um grindina í Haraldssundi er slept. Men tað er ósatt.
Paul Watson boðaði gjár frá á sínum Facebookprofili, at Sea Shepherd í síðstu viku formliga fekk at vita frá politinum í Føroyum, at eingin ákæra verður reist móti felagsskapinum fyri at hava rikið eina grind út av Haraldssundi uttan loyvi.
Men hetta er beinleiðis ósatt. Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, sigur við útvarpið, at politiið als eingi boð hevur givið Sea Shepherd.
– Vit eru ikki liðug við at viðgera málið enn. Vit hava fingið tilfarið úr Klaksvík, og tað er nú til løgfrøðiliga viðgerð, segði Peter Thaysen við útvarpið.
Á facebook skrivar Paul Watson soleiðis:
»Í síðstu viku varð Sea Shepherd ákært fyri at hava brotið lógina við at reka eina grind út á hav. Sýslumaðurin í Klaksvík hótti við at handtaka okkara fólk og við at rættarsøkja Sea Shepherd fyri at hava rikið grindina burtur. Hesa vikuna hevur politiið tó alment boðað okkum frá, at eingin lóg er brotin, eingin ákæra verður reist, og sýslumaðurin hevur onga rættarliga orsøk til at rættarsøkja okkum.«
Men hetta er ikki sætt, sambært Peter Thaysen, chefpolitiinspektøri hjá politinum í Føroyum.