Tað upplýsir varapolitistjórin í høvuðstaðarøkinum, Ásgeir Þór Ásgeirsson, sambært RÚV.
Løgreglan hevði áður álagt manningini at halda seg umborð á skipinum, sum liggur við bryggju í Reykjavík. Men ein av manningarlimunum kærdi avgerðina, og Héraðsdómur Reykjavíkur gav honum viðhald.
Hóast dómurin bert fevnir um henda eina mannin, hevur løgreglan avgjørt, at sama skipan skal galda fyri alla manningina.
Manningin sleppur tí frá skipinum, men skal framvegis halda seg í høvuðsstaðarøkinum og møta á løgreglustøð eina ferð um dagin.
Løgreglan fer tó at kæra dómin til Landsrættin. Sambært Ásgeiri Þór Ásgeirssyni er lítil rættarsiðvenja á hesum øki, og tí ynskir løgreglan at fáa málið roynt í hægri rætti.
Seinni í dag verður eisini væntað, at Útlendingastovnurin tekur støðu til, um manningin skal vísast úr Íslandi.
Samstundis heldur løgreglurannsóknin fram. Sambært varapolitistjóranum hava manningarlimirnir verið hampiliga samstarvssinnaðir, men ikki serliga hjálpsamir undir avhoyringunum. Løgreglan fer nú at biðja um loyvi at kanna fartelefonir og teldur, sum vórðu tiknar frá manningini um vikuskiftið.











