Paula og Kjartan vunnu FM í Karaoke

Paula Danielsen og Kjartan Torbensson vunnu FM í Karaoke hjá ávikavist kvinnum og monnum, sum var á Glitnir í kvøld.

 

Paula Danielsen og Kjartan Torbensson vunnu FM í Karaoke hjá ávikavist kvinnum og monnum, sum var á Glitnir í kvøld.

 

Tey hava somuleiðis vunnu sær møguleikan at umboða Føroyar, tá HM í Karaoke verður í november verður hildið í Singapore!

 

– Finalan í ár man vera ein tann best eydnaða. Støðið var høgt, og luttakarnir vóru hvør í sínum lag ótrúliga dugnaligir. Tó vóru dómaratrio'in mannað av Hera Olsen (FM vinnaran í '11 og '14), Theodor Kapnas (Guitarleikari í Hamferð og framleiðari í Studio Bloch) og Kenneth Hovgaard Djurhuus (Formaður í Karaoke Føoyar) samd um, at hesir báðir sangarnir vóru røttu vinnarnir, skriva fyrireikararnir.

 

– Úr Singapore frættist, at talið á londum, ið luttaka, er komið á 40! Tað verður sostatt ein ótrúliga góður møguleiki hjá Føroyum enn einaferð at vísa, hvør dugur er í teim føroysku sangarum, siga fyrireikararnir.