Pauli Ellefsen 70 ár

Í dag, hósdagin 20. apríl, verður Joen Pauli Højgaard Ellefsen í Hoyvík 70 ár. Pauli er ríkisgóðkendur grannskoðari og fyrrverandi politikari. Tindin í politikkinum rakk Pauli, tá ið hann 1981-1984 var løgmaður og stóð á odda fyri borgarligu samgonguni.

                      Pauli Ellefsen er miðvingur. Foreldrini vóru Joen Elias Ellefsen, sum var keypmaður, og Sofía fødd Højgaard og ættað úr Rituvík. Tey fingu átta børn, og Pauli er elstur. Hini systkini eru Petur, Ása, Svend Aage, Jens Eli, Jana, Eydna og Jóna. Svend Aage býr í Sandavági, Jens Eli býr í Miðvági,  Ása og Eydna búgva í Hoyvík, og Petur, Jana og Jóna búgva í Havnini.
                      Pauli var fiskimaður, lærdi til fjarritara og sigldi úti, áðrenn hann búsettist í Keypmannahavn. Hann arbeiddi sum grannskoðari hjá revisiónsfelagnum C. Jespersen, meðan hann las HD í grannskoðan á handilsháskúlanum. Í 1969 varð hann ríkisgóðkendur grannskoðari. Fyrst í sjeyti árunum flutti hann til Føroya. Eitt skifti hevði hann saman Jógvani Sundstein  grannskoðaravirkið Sundstein & Ellefsen. Eftir at teir vóru farnir hvør til sítt, hevur Pauli staðið á odda fyri Grannskoðaravirkinum Pauli Ellefsen, KPMG og saman við øðrum SPEKT. Nú hevur hann selt sín part. Sonurin, Árni Ellefsen, verdótturin Mirjam Haraldsen og Finnbjørn Zachariassen eiga og reka nú virkið. Pauli arbeiðir framvegis í felagnum, men hann ætlar at leggja frá sær 1. juli í ár.
                      Pauli gjørdist sum eitt skot ein av teimum fremstu á politiska pallinum. Undan valinum í 1974 var hann við heilt nógvum og stuttum greinum, ið vóru eyðkendar av løttum máli og stíli og beinraknum og einføldum boðskapum, ógvuliga markantur í valstríðnum.
Sambandsflokkurin hevði á valinum í 1970 fingið eitt umboð í Suðurstreymi. Tað var Trygvi Samuelsen, sum varð valdur til floksformann, eftir at Johan Poulsen ikki lat seg stilla uppaftur í 1970. Á valinum í 1974 fekk Sambandsflokkurin í Suðurstreymi aftur eitt umboð. Men hesa ferð var tað Pauli Ellefsen. Formaðurin var fallin, og hóast Pauli í stíli ikki var heilt soleiðis, sum hinir tingmenninir, sum tá umboðaðu Sambandsflokkin, vóru, so varð Pauli Ellefsen beinanvegin, sum hann var komin í tingið, valdur til formann í Sambandsflokkinum. Henda sessin røkti hann inntil í 1990, tá ið hann ikki stillaði uppaftur.
                      Eftir valið í 1974 var Sambandsflokkurin í andstøðu. Breið samgonga millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin varð skipað. Hon helt inntil val varð útskrivað í ótíð í 1980. Pauli Ellefsen var sera markantur andstøðuleiðari, og á valunum, sum vóru aftaná, var Sambandsflokkurin stórur. Prosenttalið fór frá 19,1 í 1974 og til 26,3 í 1978 og 23,9 í 1980. Á báðum hesum valunum var Sambandsflokkurin størsti flokkur.
Samstundis vaks undirtøkan á folkatingsvalunum ógvuliga nógv. Pauli varð valdur í fólkatingið 1. mars í 1977. Tvey ár frammanundan hevði flokkurin fingið 23,2 prosent av atkvøðunum. Í 1977 var undirtøkan 31,7 %! Pauli sat í fólkatinginum í tíggju ár, burtursæð frá árunum, tá ið hann var løgmaður.
                      Eftir valið í 1980 skipaðu Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin samgongu. Pauli varð valdur til løgmann 5. januar í 1981,og hann sat í løgmanssessinum inntil 10. januar í 1985.
                      Pauli hevði góðan politiskan penn, og hann dugdi væl at røða. Framvegis verður tikið til, tá ið hann í 1. mai dags røðu tosaði um støddina og býtið av samfelagslagkøkuni. Tað hevur meiri enn eina ferð síðani tað fyri átta árum síðani varð farið undir fullveldistilgongdina í politiskum høpi verið tikið til, at tað ikki var lítið sannlíkt, at Sambandsflokkurin kundi havt kanska omanfyri 30 prosent undirtøku, um teir í agitatiónini høvdu evnað tað, sum Pauli Ellefsen gjørdi, tá ið hann var andstøðuleiðari.
                      Pauli er giftur Henni Egholm og fødd Rasmussen. Hon er ættað úr Havnini. Henni og Pauli eiga fýra børn: Jógvan (1964), Árni (1966), Ann (1972) og Gunn (1975). Árni býr í Havnini, og hini búgva í Hoyvík. Abbabørnini eru tólv í tali  seks gentur og seks dreingir.
Pauli hevur verið ógvuliga virkin og arbeiðssamur. Nú hann hevur minkað um ferðina í arbeiðnum, er hann nógv um abbabørnini, sum ofta vitja heima hjá ommuni og abbanum í Hoyvík.
                      Føðingardagin heldur Pauli í Spania, har hann er saman við konuni, børnunum og teirra makum og barnabørnunum.