Pauli Høj og liðfelagarnir vunnu oddadystin í Bodø

Bergsøy kann tryggja sær beinleiðis uppflyting til bestu hondbóltsdeildina komandi sunnudag

 

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy eru á gáttini til at tryggja sær beinleiðis uppflyting til bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Seint seinnapartin vann Bergsøy á útivølli oddadystin móti Bodø. Bergsøy vann so greitt sum 30-24. Í steðginum vóru Pauli og liðfelagarnir á odda 14-11.

 

Pauli var saman við Petter Nygaard Eikrem toppskjútti hjá Bergsøy. Teir skutu seks mál hvør. Men meðan Petter Nygaard Eikrem brúkti níggju málroyndir upp á síni níggju mál, so megnaði Pauli at skjóta seks mál upp á seks málroyndir. Pauli legði eisini upp til eitt mál (assist). 

 

Undan seinasta leikumfarinum er Bergsøy fremst í deildini við 44 stigum. Viking TIF er næstfremst við 43 stigum, og Bodø er triðfremst við 41 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 14 kann Bergsøy á heimavølli tryggja sær deildarsigurin við at vinna á Kragerø. Somu klokkutíð hevur Viking TIF dyst á heimavølli móti Melhus. 

 

Bert fremsta liðið flytur beinleiðis upp í bestu deildina. Nummar tvey og trý mugu spæla Play Off dystir um uppflyting.