Løgreglan varð í gjárkvøldið stutt fyri klokkan 20 boðsent á flogvøllin, har tollarar høvdu afturhildinum tveimum ungum donskum fólkum, maður og kvinna, sum vórðu ávikavist 20 og 18 ára gomul. Illgruni var um, at tey høvdu smuglað rúsevni innvortis.
Løgreglan fór í skannara á Landssjúkrahúsinum við teimum, har tað sást, at tey høvdu eitthvørt innvortis, sum ikki átti at verið har.
Av tí at tey á Landssjúkrahúsinum sóðu okkurt illgrunasamt við kvinnuni, varð hon illøgd – fyri okkurt, sum einki hevði við rúsevnini at gera. Maðurin varð afturhildin á politistøðini.
Løgreglan hevur síðani sitið vakt uppi yvir teimum, tvey løgreglufólk til hvønn teirra bæði á Landssjúkrahúsinum og á politistøðini, til tey hava gjørt undan sær, so rúsevnini komu út.
Vaktleiðarin sigur, at vanliga verður sagt, at um talan er um 80 gramm ella meira, so verður tað mett til víðari sølu og ikki bara til egna nýtslu. Og í hesum førum var tað munandi meira, sigur vaktleiðarin, uttan ítøkiliga at avdúka, hvussu nógv tey halda tað vera.
Tey eru tí bæði skuldsett fyri at smugla hassj og at ætla tað til víðari sølu.
Tey hava ikki verið í grundlógaravhoyring, men eru send aftur av landinum og skulu síðani fyri rættin seinni.











