Góða gongdin hjá Paula Høj og liðfeløgunum í Bergsøy í næstbestu norsku hondbóltsdeildini heldur fram.
Í dag vann Bergsøy fjórða dystin á rað. Bergsøy vann á útivølli 28-25 á gamla føroyingaliðnum, Ryger Stavanger. Í steðginum var Bergsøy á odda 15-13. Pauli var noteraður fyri tvey mál.
Bergsøy er fremst í deildini við 28 stigum, men uppflytingarstríðið er hart. Viking TIF hevur eisini 28 stig á øðrum plássinum. Bodø hevur 27 stig á triðja plássinum.
Komandi sunnudag klokkan 13.30 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Haslum.











