Pauli og Niklas vunnu - Jónas og Leivur leiktu javnt

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu hondbóltsdeildini í Danmark seinnapartin í dag.

 

Liðið hjá Jónasi G. Djurhuus og Leivi Mortensen, FIF tók á heimavølli móti Skive. Móti endanum var FIF á odda bæði 28-26 og 29-27, men tað eydnaðist Skive at koma upp á javnleik 29-29, og so mátti FIF taka til takkar við einum stigi.

 

Jónas skoraði fýra mál og Leivur skoraði trý mál.

 

FIF hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 31-26 á Vendsyssel. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-12.

 

Team Sydhavsøerne hevur trý stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini. Pauli skoraði eitt mál í dag.

 

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken vunnu á útivølli 34-33 á Køge. Rasmus Mørup skoraði sigursmálið fyri Skovbakken tá trý sekund vóru eftir av dystinum.

 

Skovbakken hevur trý stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.