Landsmálverjin, Pauli Jacobsen er í harðari kapping við týska, Till Klimpe og norska, Emil Imsgard at sleppa at verja málið hjá HØJ í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í trimum teimum seinastu dystunum hjá HØJ móti Aalborg, Holstebro og Skjern er Pauli ikki sloppin upp í part.
Í fjórðseinasta dystinum hjá HØJ, ið var móti GOG var talan um bert eina aksjón hjá Paula.
Men nú fær Pauli í Golden League dystunum móti Niðurlondum, Noregi og Danmark høvið at vísa sínar dygdir.
Føroyar spæla móti Niðurlondum í Tróndheimi hóskvøldið klokkan 19.30. KVF vísir dystin.










