Pauli stóð væl í málinum hjá Cherbourg

Cherbourg tapti á útivølli, men Pauli Jacobsen stóð seg væl tá hann vardi málið

Føroyski landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen kappast við 23 ára gamla fraklendingin, Ivah Gautier um at verja málið hjá Cherbourg í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini. 

 

Í kvøld tapti Cherbourg greitt 20-31 fyri Bordeaux Borges á útivølli. Bordeaux var á odda 18-10 í steðginum.

 

Ivah Gautier bjargaði bara einari av 19 málroyndum, og hevði bara eitt bjargingarprosent upp á 5,26 prosent, tá hann vardi málið hjá Cherbourg í dystinum í kvøld.

 

Pauli hinvegin bjargaði 12 av 25 málroyndum, og hevði eitt bjargingarprosent uppá 48 prosent. 

 

Trupuleikin hjá Cherbourg var, at málverjin hjá Bordeaux, Ivan Vekic bjargaði 19 av 39 málroyndum, og tí gjørdist munurin so greiður.

 

Cherbourg hevur tvey stig fyri tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini higartil.

 

Komandi fríggjakvøld hevur Cherbourg heimadyst móti Besancon, ið hevur tapt tríggjar av trimum dystum higartil.