Pauli er sonur Jacobinu Vang, fødd Nicolajsen í Vestmanna, og Jóan Paula "Palli" Vang, Froðba. Tá Pauli var 11 mánaðar gamal doyði mamman og bleiv Pauli uppfostraður hjá Ebbu og Poul Viberg í Vági.
Pauli fór til skips 14 ára gamal. Hann fór í málaralæru sum 15 ára gamal. Liðugur at læra fór hann aftur til skips, og tá hann var heima, arbeiddi hann sum málari. Lagstur upp á land var hann málari á Landssjúkrahúsinum í 18 ár til hann bleiv pensjóneraður.
Pauli hevur heilt frá ungum árum havt málningalist sum ítriv saman við lystfiskarí. Og ikki minst kenna vit hann sum ein avbera góðan kokk, har hann hevur fylt mangan búkin til veitslur, bæði úti og heima.
Pauli er giftur við Eileen, f. Poulsen, úr Havn, og eiga tey tvær døtur. Frá fyrru giftu fekk Pauli 2 synir, har annar doyði eitt ára gamal. Hann eigur 5 abbabørn.