Umleið 6500 fólk vóru til staðar, tá ið midnáttarmessa var í Pæturskirkjuni í Vatikaninum í gjárkvøldið. Messan var eisini sjónvarpað kring heimin, og milliónir av hyggjarum fylgdu við.
Frans pávi nevndi hvørki Gasa ella Ísrael, men hann tosaði um kríggj og frið, og hann sendi tankar til Betlehem, har jólahaldið í ár er avlýst orsakað av krígnum í Gasa.
Pávin segði, at rættvísi kemur ikki frá framvísing av valdi. Jesus burturbeinir ikki órættvísi úr erva við at vísa vald, men úr neðra við at vísa kærleika, segði hann.
– Hann kemur ikki strúkandi inn á pallin við óavmarkaðum valdi, segði pávin.
Fyrr í vikuni nevndi pávin Palæstina, Ísrael og Ukraina í einari bøn, og hann hevur fleiri ferðir fordømt álop á sivil.