Føroya Pedagogfelag hevur boðað frá, at øll undantaksloyvi verða tikin aftur í dag, leygardagin.
Tað ber í sær, at fleiri búðstovnar, ið higartil hava havt starvsfólk við undantaksloyvi, mugu lata aftur ella virka við niðursettari arbeiðsmegi. Hetta fer mest at raka tey brekaðu.
Undantaksloyvini verða tikin aftur fyri at leggja størri trýst á myndugleikarnar, so at ein loysn kann finnast á trætuni.