Pedagogar og lærarar eiga at arbeiða saman um børnini

- Tað er avgjørt ein stórur fyrimunur fyri børnini, at lærarar og pedagogar í felag mynda forskúlan, tí so verður yvirgongdin hjá barninum til skúlan lættari, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, í sambandi við álitið, ið verður skrivað um føroyska forskúlan.

Tá ið forskúlarnir verða settir á stovn dettur ein heilur árgangur burtur úr dagstovna- og dagrøktaskipanini í Føroyum. Tey seks ára gomlu børnini fara í forskúla ístaðin fyri á dagstovn og í dagrøkt. Tað merkir við øðrum orðum, at pedagogarnir sleppa børnunum sum seks ár gomul og lata tey upp í hendurnar á lærarum. Men Pedagogfelagið vil ikki sleppa hesum børnum uttan víðari. Felagið eigur ein lim í arbeiðsbólkinum, ið arbeiðir við at gera eitt álit um innihaldið í forskúlunum, og felagið vónar, at tá ið avtornar fara pedagogar og lærarar at arbeiða saman um hesi børnini.

- Pedagogar eru vanir at fylgja børnum líka til skúlagátt. Okkara arbeiði hevur altíð borið við sær, at vit hava børn upp til skúlaaldur um hendi. Nú tá ið forskúlarnir verða settir á stovn meta vit sjálvsagt, at tað eru vit, sum hava vitanina og lærdómin at fylgja børnunum fram til skúlan og tað inniber eisini forskúlan, ið er ein fyrireiking til fólkaskúlan.

- Tað er ein stórur fyrimunur fyri børnini, at lærarar og pedagogar eru saman um forskúlanæmingarnar, tí so verður yvirgongdin hjá barninum til skúlan lættari, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.


Skúlafyrireiking

Hóast forkvinnan í Føroya Pedagogfelag metir, at markið millum barnagarðin og skúlan eigur at verða brotið og at starvsbólkarnir eiga at samstarva um børnini, hevur hon ikki í hyggju, at pedagogar skulu undirvísa.

- Í skúlunum verður hugsað um undirvísing, meðan tað í barnagørðum verður hugsað bæði um undirvísing og spæl. Í mínum hugaheimi eru hesi ikki sundurskild, men samspæl. Okkara ynski er at sleppa at hava forskúlabørnini í ítrótti og teimum kreativu lærugreinunum, sigur Carita Björklund.

Nógvir dagstovnar um landið hava skúlabólkar. Tað vil siga, at børnini verða savnað seinasta árið, áðrenn tey skulu í skúla í ein bólk, har eitt slag av undirvísing er skipað so sum at læra bókstavir, tøl og annað.

- Sostatt er tað ikki nýtt fyri pedagogar at hava hesi seks ára gomlu børnini um hendi. Hinvegin er tað nýtt fyri lærarar at hava so smá børn í undirvísing, sigur Carita Björklund.

Í hinum Norðurlondunum eru forskúlar alla staðni og har eru tað vanliga pedagogar, sum arbeiða í forskúlunum. Teir eru eitt tilboð til øll seks ára gomul børn. Svøríki hevur valt eina aðra loysn, nevniliga at seta skúlaaldurin niður. Men tað metir Carita Björklund er ein óheppin loysn.

- Tað er avgjørt ikki rætt at seta skúlaaldurin niður, tí eg meti at børnini á ymsan hátt als ikki eru búgvin at fara í skúla so tíðliga. Ein spurningur er, um tey yvirhøvur eru búgvin at klára seg í ferðsluni einsamøll, tá ið tey eru seks ára gomul. Í barnagarðinum fylgja pedagogarnir barninum úr og í buss, í býnum og annars í ferðsluni. Tá ið tey so byrja í skúlanum ganga tey einsamøll, og spyrja vit Ráðið fyri Ferðslutrygd fáa vit at vita, at tey als ikki eru nóg búgvin at klára seg, tá ið tey eru so lítil. Árið áðrenn børnini fara í skúla er sera týdningarmikið og tá kunnu vit sum pedagogar fyrireika tey so væl vit kunnu, sigur Carita Björklund.


Hvat er best fyri børnini

Enn hevur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag ikki fingið nakra afturmelding frá Føroya Lærarafelag, ið jú er hin parturin í málinum.

- Eg havi skilt á fleiri yngri lærarum, at teir meta hetta vera eina gongda leið í teimum lærugreinum, ið ikki beinleiðis eru undirvísing. Eldri lærarar vilja ikki hoyra talan um, at pedagogar skulu koma inn um skúlagátt og teir meta, at forskúlarnir koma undir skúlaundirvísing. Tað er orðið "undirvísing", ið onkursvegna skilir okkum, men í grundini snýr tað seg ikki um, hvat er best fyri pedagogar ella lærarar, men fyri børnini. Endamálið við forskúlunum er at styrkja einstaka barnið, at gera tað búgvið til skúlan, at barnið kennir seg trygt í góðum mennandi kørmum og at tað fær avbjóðingar, ið svara til verðina tey kenna, sigur Carita Björklund.

Carita Björklund mælir til, at samstarv verður millum forskúlalærarar og lærarar í fyrsta flokki.

- Vit hava boðað arbeiðsbólkinum frá, at Føroya Pedagogfelag fegið vil tosa um hesi viðurskifti, soleiðis at vit kunnu koma fram til eina góða loysn.