Pelosi afturvald sum forkvinna í Umboðsmannatinginum

80 ára gamli demokratiski leiðarin í Umboðsmannatinginum er í kvøld afturvald til máttmikla sessin.

 

Nancy Pelosi var í gjárkvøldið okkara tíð vald við temprum meiriluta sum forkvinna fyri Umboðsmannatingið í Washington.

Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Pelosi hevur fingið 216 atkøvður, meðan valevnið hjá Republikanarunum, Kevin McCarthy, fekk 209.

Í dag kom nývalda Kongressin saman á frysta sinni eftir valið 3. november.

80 ára gamla Pelosi hevur í 17 ár verið leiðari fyri Demokratiska flokkin í Umboðsmannatinginum, sum er seinna kamarið í Kongressini.

Tað var frammanundan roknað við, at hon fór at verða afturvald. Men tað gjørdist so við einum teprari meiriluta, enn væntað.

Demokratarnir hava meiriluta upp á 222 sessir í Umboðsmannatinginum, har Republikanararnir hava 11 færri sessir.

Men fimm av floksfeløgunum hjá Pelosi atkvøddu ikki fyri henni. Tríggir atkvøddu blankt, meðan tveir aðrir atkøvddu fyri annaðhvørt Tammy Duckworth ella Hakeem Jeffries, sum báðir eru demokratiskir limir í Umboðsmannatinginum.

Forkvinnan í Umboðsmannatinginum er nummar trý í politiska hierakinum í USA eftir forsetan og varaforsetan.

Pelosi hevur verið tann mest valdsmikla kvinnan í amerikonskum politiki í nógv ár.

Ikki fyrr enn Kamala Harris tann 20. januar verður tikin í eið sum fyrist kvinnuligi amerikanski varaforseti, fer hon fram um Pelosi í hierakinum.

Í fyrra kamarinum í Kongressini, Senatinum, er valdsbýtið enn ikki avgjørt.

Týsdagin skal staturin Georgia hava annað valumfar fyri at velja sínar báðar senatorar.

Um tað eydnast Demokratunum at forða fyri afturvali av teimum báðum republikansku senatorunum, sum higartil hava umboða Georgia í Senatinum, fer hvør flokkur at hava 50 sessir í Senatinum.

Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu í Senatinum, so er verður tað varafrosetin, Kamala Harris, sum fær avgerandi atkvøðuna.

Meingakanningar vísa, at tað er sera javnt undan valinum í Georgia týsdagin.

/ritzau/