Ætlanin er ikki, at føroyingar kunnu ella skulu byggja World Trade Center uppaftur, men føroyingar kunnu vera við til uppbyggja likamliga fallið saman við nógvum øðrum tjóðum
Peningurin, sum verður savnaður inn á bók, verður sendur til Frelsunarherðin, sum var ein av teimum mongu hjálpifelagsskapunum á staðnum, og veitti hjálp 11. september 2001.
Vit skulu ikki venda ryggin til hesa innsavning, men lata hjartalagið vegleiða okkum. Eisini er ein samsvarandi innsavnan í gongd til frama fyri Afghanistan; fyri tey , sum svølta og líða neyð.
Peningurin verður latin UNICEF og teimum, sum veita beinleiðis hjálp á staðnum.
Kontonummar í Føroya Sparikassa: 1338090, Suðuroyar Sparikassa: 1017609, Norðoya Sparikassa: 1024056 og postgiro 201960.