Peningur og brennivín stolið

Týsnáttina var innbrot í Havnar Klubba, har 30.000 krónur og 6 brennivínsfløskur vórðu stolnar

Helst hevur onkur verið tystur týsnáttini, tá brotið varð inn í Havnar Klubba. Seks fløskur av brennivíni og 30.000 krónur vórðu stolnar. Løgreglan sigur, at brotið er inn gjøgnum eina hurð í ovstu hæddini, har sjálvur klubbin heldur til. Kanningarnar eru ikki lidnar enn, men higartil hevur løgrglan ikki funnið tey heilt stóru sporini at ganga eftir, annað enn, at gerningsmonnunum dámar væl Vodka. Tí meginparturin av stolna brennivíninum var nevniliga Vodka.

Løgreglan heitir á fólk, ið halda seg vita eitthvørt um innbrotið í Klubban, um at seta seg í samband við løgregluna sum skjótast á telefon 311448.