PENSJÓNISTAR
Rørsla er góð fyri likam og sál. Hetta er ikki bara galdandi fyri tey, ið eru yngri, men so sanniliga eisini fyri pensjónistar. Hetta hevur Nærverkið sannað við eitt nú at skipa fyri fimleiki fyri pensjónistar, sum búgva heima.
Kommunur hava eisini sannað tað skilagóða við, at pensjónistar eru aktivir sum longst, og í summum bygdum skipar kommunan fyri flutningi til slíkar fimleikavenjingar.
Fimleikur í Kvívík
Herit Magnussen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu, sigur, at skipað hevur soleiðis verið fyri fimleiki fyri heimabúgvandi pensjónistar í Kvívík í fleiri mánaðir.
- Kommunan hevur syrgt fyri, at bussur koyrir úr Vestmanna til Kvívíkar til hesar venjingar, og her hava pensjónistarnir so rindað eitt sindur fyri koyring sjálvir. Tað er Nærverkið, sum skipar fyri fimleikinum, og tey hava hildið tað verið høgligast, um venjingarnar í okkara øki liggja í fimleikarhøllini í Kvívík fyri at minka um koyringina, tá tey, sum undirvísa, koma úr Vágum ávegis norður á Mørkina í Streymnesi.
Hon sigur, at tað var Nærverkið, sum kom við tilboðnum um, at onkur av okkum í Vestmanna kommunu kundu koma í Vágar at hyggja, hvussu hetta gekk fyri seg – og at gera fimleik saman við teimum.
- Tað var her, tað byrjaði. Vit sóu, at hetta var góður og gevandi fimleikur. Ein pensjónistur, sum var við, fortaldi, at tá hann byrjaði at gera fimleik, fekk hann ikki armarnar upp um høvd, og tað gekk illa at standa undir brúsuni. Tá hesin hevði gjørt fimleik í ein tíð, hevði hann ongar trupulleikar við at fáa armarnar heilt upp um høvd.
Herit vísir á, at tað er áhugavert at síggja, hvussu fimleikur kann halda pensjónistum virknum og soleiðis eisini halda teimum burtur frá ellisheimi sum longst.
Lívsgóðska
Forkvinnan í trivnaðarnevndini hjá Vestmanna kommunu heldur, at tað kanska kann tykjast eitt sindur løgið, at ellisheim nú verður bygt í Vestmanna, samstundis sum roynt verður við fimleiki og øðrum at halda pensjónistum so leingi burtur frá ellisheiminum sum gjørligt.
- Men tað er her, at tað ræður um at hjálpa pensjónistunum at skapa sína egnu lívsgóðsku so leingi, sum yvirhøvur til ber, sigur Herit Magnussen.