Pensjónsreformur á breddan

Í gjár var tiltak i Mentunarhúsinum í Fuglafirði, har pensjónir og pensjónsreformur vóru á skránni. Pensjónsreformurin, ið hevur verið í umbúna í eina tíð, varð vístur fram. Endaliga uppskotið verður lagt fram í summar

Í framtíðini skulu vit arbeiða longri, hava ein minni grundupphædd, verða tvungin at hava persóniliga uppsparing og sleppa at arbeiða, uttan at missa alla pensjónina, men ein prístalsjavning av pensjónunum verður eisini á skránni. Hetta eru í hvussu so er høvuðsmálini í uppskotinum til nýggja pensjónsskipan, sum ein arbeiðsbólkur við Kára Petersen, búskaparfrøðingi, á odda hevur arbeitt við.

Hetta skal sambært bólkinum hava við sær, at vit í framtíðini hava eina pensjónsskipan, ið er bílig fyri landið at reka, men sum samstundis megnar at syrgja fyri, at tey uttan pensjón klára seg.

- Málið er at tryggja ein góðan aldurdóm fyri øll á ein hátt, so landið eisini megna at lyfta byrðuna, segði Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, millum annað. Stórur dentur varð lagdur á, at landið í framtíðini í stóran mun skal taka sær av teimum, ið hava lítla persónliga eftirløn, men hesi skulu verða heilt fá.


Minka grundupphæddina

Í dag er ein grundupphædd á fólkapensjónini, sum verður nýtt til útrokningar av ymiskum øðrum tingum. Ætlanin í løtuni er eisini at grundupphæddin skal hava so stórt virði, at fólk kunnu yvirliva við henni. Í framtíðini skal henda minka, samstundis sum viðbøturnar til tey, ið hava tørv á almannapensjón skulu vaksa.

Eitt av argumentunum fyri hesum er, at tey, ið longu hava eina góða privata pensjón skulu fáa minni frá landinum.

Pensjonistafelagið hevur hinvegin hug at venda málinum á høvdið.

- Vit kunnu ikki liva við, at grundupphæddin minkar fyri okkum. Hon verður nýtt til at rokna ymiskt út, og hon merkir eisini, at øll fáa líka nógv, segði Sigvald Kristiansen, formaður í Føroya Pensjónistafelagið.

Kári Petersen greiddi í tí viðfangi frá, at pensjónirnar sambært reforminum skulu skrúvast saman soleiðis, at tey, ið hava tørv á pensjónum skulu fáa pensjónir.


Lønarjavning av pensjón

Pensjónsskipanirnar eru ikki reguleraðar síðan 1999, og tað merki, at pensjónistar í veruleikanum hava minni pening um hendi, tá prístalið er vaksið seinastu tíggju árini.

Í framtíðini skulu pensjónirnar prístalsjavnast, so mann megnar at fylgja við tíðini. Seinni er ætlanin, at pensjónirnar skulu lønarjavnast soleiðis, at pensjónirnar ikki fylgja við prístalinum, men við ymisku lønarbroytingunum.

Ein onnur grundleggjandi broyting í reforminum, er, at vit í framtíðini eisini skulu gjalda eftirløn meðan vit eru í almennum skipanum sum ALS og barnsburðarfarloyvir og so framvegis.


Hægri pensjónsaldur

Samstundis sum fólk gerast eldri og eldri, so skal pensjónsaldurin somuleiðis hækkast. Tað er í uppskotinum ein ætlan, har pensjónsaldurin veksur við einum mánaði um árið. Hetta skal síðani avroknast tíggjunda hvørt ár, soleiðis, at pensjónsaldurin í 2029 verður 68 ár, í 39 verður 69 ár, í 49 verður 70 ár og so framvegis.

- Vit síggja, at tey eldru verða betri og betri fyri, og tí kunnu vit gera soleiðis, samstundis sum landið sparir pening, tí tað eru umleið 700 fólk, ið gerast pensjónistar um árið, segði Kári Petersen. Tó legði hann afturat, at ætlanin er at demma uppfyri soleiðis, at tey, ið longu eru so mikið slitin, at tey ikki kunnu arbeiða fáa møguleika at fara á pensjón fyrr.

Hetta líkaði ikki summum í salinum, sum vístu á, at Føroyar longu hava ein av hægstu pensjónsaldrum í heiminum, og tað tí verður løgi at hækka hann.


Gjalda egna eftirløn

Á fundinum kom eisini fram, at tað eru summir bólkar gjalda øgiliga lítið fyri ikki at siga onki í egna pensjónsuppsparing. Talan er serliga um fólk uttan fakfeløg umframt limir í Fiskimannafelagnum, sum gjalda heilt lítið. Stemningurin á fundinum var, at hetta er nakað, sum skal broytast.

Endaliga uppskotið um pensjónsreformin verður lagt fram í summar. Ætlanin var eisini, at Sonja Jógvansdóttir, forkvinna í Samtak, skuldi eftir ætlan eisini vera á fundinum, men hon hevði forfall. Á fundinum vóru eini 90 fólk, sum mest vóru í eldra endanum, men yngri fólk, ið reformurin veruliga fer at ávirka vóru eisini á fundinum.