Pensjónistar fáa ókeypis døgurða á aðalfundi

Aðalfundurin byrjar við ókeypis døgurða og onkrum góðum omaná. - Okkara tónleikarar skipa fyri felagssangi, og okkurt undirhald verður á skránni

Aðalfundurin hjá Vága Pensjónistafelag verður í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið hin 15. apríl klokkan 18.

 

- Byrjað verður við ókeypis døgurða og onkrum góðum omaná, siga tey í nevndini.

 

Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 10 dagar fyri fundardagin.

 

- Vit skulu skifta ein part av nevndini út. Fólk eru, sum vilja stilla upp, men um tit vita onkran aftrat, sum hevur hug at koma í nevndina, eru tit vælkomin at boða nevndini frá.

 

Øll áhugað kunnu gerast limir í Vága Pensjónistafelag.

 

- Okkara tónleikarar skipa fyri felagssanginum, og okkurt undirhald verður eisini á aðalfundinum.

 

Í felagnum leggja tey aftrat:

 

- Av tí, at vit bjóða døgurða, mugu tit tekna tykkum, so vit vita, hvussu nógv koma. Sigið frá hjá Thurid tlf. 221432 í seinasta lagi mikudagin 8. apríl.

 

Í Vága Pensjónistafelag vóna tey, at nógv fólk koma á aðalfundin mikukvøldið hin 15. apríl í Bygdarhúsinum í Miðvági.