Pensjónistar mugu fáa sín rættvísa part av samfelagslagkøkuni

Hagtøl vísa, at seinnu árini eru samlaðu inntøkurnar í landinum nógv vaksnar. At samlaðu inntøkurnar eru vaksnar hava pensjónistar, sum einans ella nærum einans hava fólkapensjón, oljuviðbót og samhaldsfasta at liva av, tó onki merkt til. Hvørki sum hægri pensjón ella sum hægri útgjald frá Samhaldsfasta. Men nú mugu tey fáa sín uppiborna part.

 

Hagtøl vísa, at seinnu árini eru samlaðu inntøkurnar í landinum nógv vaksnar. At samlaðu inntøkurnar eru vaksnar hava pensjónistar, sum einans ella nærum einans hava fólkapensjón, oljuviðbót og samhaldsfasta at liva av, tó onki merkt til. Hvørki sum hægri pensjón ella sum hægri útgjald frá Samhaldsfasta. Men nú mugu tey fáa sín uppiborna part.

 

Fátækraveiting til okkara eldru

Grundupphæddin í fólkapensjónini er ikki hækkað seinastu 16 árini. Við løgtingslóg nr. 158 frá 16. des. 2011 varð samtykt, at viðbótin og onnur almannagjøld  árliga verða javnað við 0%. Hetta merkir, at tað nú er ásett við lóg, at hvørki grundupphæddin í fólkapensjónini, pensjónsviðbótin ella oljuviðbótin verða reguleraðar árliga, soleiðis sum gjørt verður í øðrum norðurlondum, sum vit vanliga ynskja at sammeta okkum við.

 

Pensjónistar, sum einans ella nærum einans hava fólkapensjón, oljuviðbót og samhaldsfasta at liva av, eru ein bólkur sum ár undan ári livir í fátækraváða ella í beinleiðis fátækradømi. Ársinntøkan eftir skatt hjá hesum pensjónistum lá í 2013 heilar 13.492 kr. undir føroyska fátækramarkinum. Fólkapensjón, oljuviðbót og Samhaldsfasti mugu tí metast at vera ein fátækraveiting, ið tey eldru í samfelagnum fáa at liva av.      

 

Eingin flatskattalætti til pensjónistar

Pensjónistarnir hava heldur ikki fingið nakran peningaligan fyrimun av flatskattinum hjá borgarligu samgonguni.  Flatskatturin gav í heilt stóran mun teimum við høgum inntøkum sera stóran peningaligan lætta, meðan flatskatturin hinvegin ikki gav lágløntum pensjónistum ella øðrum við láginntøkum nakran peningaligan lætta ella fyrimun yvirhøvur.

 

Fátækir pensjónistar

Hagtøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at í 2013 livdu 716 fólkapensjónistar í beinleiðis fátækradømi og at fátækradømi millum pensjónistar er vaksið seinnu árini. Henda støða kann ikki góðtakast. Vit eiga sum ríkt vælferðarsamfelag at syrgja fyri at býta ágóðarnar í landinum soleiðis, at hvørki pensjónistar ella onnur láglønt ár undan ári noyðast at liva í nívandi og órættvísum fátækradømi.

 

Tey góvu okkum vælferðasamfelagið                                                                                   

Tey eldru í okkara samfelagi hava arbeitt og strevast alt lívið. Tað eru tey, ið hava uppbygt hetta land til tað vælferðarsamfelag, vit kenna í dag. Nú, tá tey eru vorðin pensjónistar og hava rætt til aldurstengda pensjón frá tí almenna, má hendan vera til at liva av. Nú má teirra tørn vera komið til at fáa eina hægri upphædd, so tey umsíðir kunnu fáa teirra rættvísa part av samfelagslagkøkuni - og liva eitt rímiligt og sømuligt lív.

 

Minst 1.000 kr. um mánaðin                                  

Onki er meira rímuligt enn at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður hækkað, so tey eldru, ið einans hava fólkapensjón, oljuviðbót og Samhaldsfasta at liva av, verða lyft úr fátækrastøðu. Pensjónistarnir mugu fáa í minsta lagi 1.000 kr. afturat um mánaðin eftir skatt.

 

Pensjónistarnir mugu – uttan meiri drál – fáa teirra rættvísa part av samlaða ríkidøminum í landinum.

 

Ingrid S. Henriksen, valevni hjá Javnaðarflokkinum