Pensjonistar sleppa ikki undan MVG

Pensjónistar fáa ískoyti á fíggjarlógini til olju, sjónvarps- og útvarpsgjald, og tí er eingin ætlan um at sleppa teimum undan at gjalda MVG av hesum

3.387 krónur fáa ávísir pensjonistar um árið frá landinum sum eitt ískoyti til olju, sjonvarps- og útvarpsgjald. Hetta røkkur sambært Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til MVG?ið fyri hesar tænasturnar, og tí ætlar landsstýrismaðurin ikki at sleppa pensjonistunum undan at gjalda MVG.

Hetta sigur landsstýrismaðurin í einum svari uppá fyrispurning frá Heðini Mortensen tingmanni. Sambandstingmaðurin vildi hava at vita, um landsstýrismaðurin tekur undir við, at pensjonistar sleppa undan at gjalda MVG av sjónvarps- og útvarpsgjaldinum og olju og el-orku.

Men hóast Karsten Hansen tekur undir við, at nógv eru kroyst fíggjarliga, so tekur hann ikki undir við at sleppa pensjonistunum undan MVG. Hann vísir á viðbótina, sum pensjonistar fáa á fíggjarlógini. Hon er ætlað til júst hetta, og er sambært Karsten Hansen nakað hægri enn MVG-útreiðslurnar. Eitt vanligt húski í Føroyum rindar umleið 3000 krónur um árið í MVG av útvarps- og sjónvarpsgjaldinum og oljuni. Um el-orkan verður tikin við eisini, er MVG?ið umleið 4400 krónur. Hjá pensjonistum eru hesar útreiðslurnar helst nakað lægri, roknar landsstýrismaðurin í vinnumálum við.


Hægri viðbót

Karsten Hansen kundi kortini hugsað sær, at pensjonistar sleppa lættari á annan hátt. Hann vísir á, at oljuprísurin er so høgur sum ongantíð fyrr, og líkt er ikki til, at hann lækkar. Hann ætlar sær tí at taka stig til, at nakað verður gjørt við hendan trupulleikan. Hóast tað ikki er hansara málsøki, so fer hann kortini at venda sær til landsstýrismannin í almannamálum, Helenu Dam á Neystabø, og biðja hana endurskoða viðbótina, sum pensjonistar fáa á fíggjarlógini. Stendur tað til Karsten Hansen verður viðbótin hækka, so pensjonistarnir fáa betri ráð at gjalda sjónvarps- og útvarpsgjaldið og til at skrúva upp fyri hitanum, tá ið tað gerst ov kalt inni.