Hetta er at gíðslataka bæði mál, og hetta er at gíðslataka bæði komandi pensjónistar og suðuroyringar. Soleiðis sum málini eru framløgd og tengt at hvørjum øðrum, so verða verkafólk, pensjónistar og komandi pensjónistar sett upp ímóti suðuroyingum og øvugt, og hvørjum skal tað gagna ?
Hvør skal siga, um vit ikki ynskja at arbeiða til vit vera 70 ár, so fáa vit ongan suðuroyrtunnil !
Mær vitandi er hetta ikki gjørt áður, tá vit hava kjakast um aðrar útbyggingar í Føroyum sum eisini hava verið kostnaðarmiklar eitt nú vágatunnulin, norðoyartunnulin, eysturoyar – og sandoyartunnulin ella aðrar stórar og kostnaðarmiklar íløgur. Og vit hava sanniliga brúkt nógvar 100 tals mió á fíggjarlógini til tunlar, í miðal hava vit brúkt 240 mió um árið tey síðstu 10 árini bara uppá tunlar.
Tað er sjálvsagt neyðugt, at vit tryggja fíggjarliga haldførið, men hallførið hongur saman við so nógvum øðrum viðurskiftum enn einum suðuroyartunli. At tað verða fleiri eldri at forsyrgja enn tað eru løntakarar hongur so sanniliga eisini saman við, at vit gera nakað við demografisku avbjóðingarnar, at vit tryggja, at vit hava fleiri ung í Føroyum, at vit skapa arbeiðsmøguleikar, herundir stytri arbeiðsviku, lestrarmøguleikar, bústaðarmøguleikar og at vit fáa burðartalið upp aftur, og at vit skapa familjunum góðar fíggjarligar umstøður at liva og og virka í Føroyum. Tey tingini høvdu natúrliga hingið saman við spurninginum um ein hækkaðan pensjónsaldur.
Harumframt er tað sanniliga eisini umráðandi tá vit kjakast um fíggjarligt haldføri og hækkaðan pensjónsaldur, at vit fáa hallið fíggjarlógini burtur, at tað verður gjørd ein langtíðaríløguætlan (helst í semju ímillum andstøðu og samgongu) og at vit fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Men hesi viðurskifti eru fullkomiliga burtur í kjakinum.
Hendan øsingin har vit seta fólk og økir upp ímóti hvørjum øðrum tænir ongum endamáli og er rættiliga óføroyskt í føroyskum politikki, og tað skaðar meir enn tað gagnar. Málini um hækkaðan pensjónsaldur og málið um suðuroyartunnulin eru alt ov stór og týdningarmikil, og tað er ein skylda hjá okkum politikarum at geva teimum ta sømd og virðuligu viðgerð, tey hava uppiborið, heldur enn at knýta tey saman í eina gíðslatøku. Vit hava sum politisk skipan skyldu til at savna heldur enn at spjaða, og vónandi verður lagt á annan bógv í komandi tíðum.
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi