Málið snýr seg um at hækka pensjónsaldurin upp til 70 ár. Í løtuni er hann hækkaður til 68 ár fyri tey, sum eru fødd eftir 1962. Sambært galdandi lóg um fólkapensjóns, so skal Løgtingið 5. hvørt ár taka støðu til, um pensjónsaldurin skal hækka. Og tá skal tað gerast við í mesta lagi einum hálvum ári í senn og við eini freist upp á 10 ár.
Tað sum landsstýrið nú ætlaði, er at pensjónsaldurin hækkar til 70 ár fyri fólk, sum eru fødd aftan á 1. apríl í 1972.
Vit hava frætt, at Eirikur í Jákupsstovu, ið sum landsstýrismaður varðar av økinum, hevur fingið boð frá løgmanni um at taka málið aftur. Hetta váttar landsstýrismaðurin nú eisini fyri Kringvarpinum.
Tingfundur skuldi verið klokkan 9:30 men varð útsettur til klokkan 11. Tá var hann aftur útsettur til klokkan 13.