Everton misti í farnu viku 10 stig í Premier League vegna brot á Financial Fair Play reglurnar.
Manchester City hevur 115 ákærur um brot á Financial Fair Play reglurnar hangandi omanyvir sær, og tað kann føra til eina sera stranga revsing til Manchester City.
Skuldi City komið út fyri tí ringasta og fingið eina revsing, so ætlar høvuðsvenjarin, Pep Guardiola at vera verandi í felagnum.
- Eg fari at svara endaliga tá avgerðin viðvíkjandi teimum 115 ákærunum er fallin. Tit spyrja sum um vit longu eru revsaðir. Vit eru ósekir inntil tað øvugta er prógvað. Eg veit, at tað er tað fólk vilja hava, at City verður revsað. Men eg komi ikki at gruna um mína framtíð í felagnum. Um tað so er í Premier League ella í League One. Tað er ein størri møguleiki fyri at verið verandi um vit eru í League One, enn tað er um vit eru í Champions League, segði Pep Guardiola á pressufundi ígjár.