Per stýrir X-Factor

Tá sendingin X-Factor í kvøld er at síggja í sjónvarpinum, er tað føroyingurin Per Zachariassen, sum situr við knøttarnar og við ábyrgdini av, at alt er sum tað skal Per er millum mest eftirspurdu sjónvarpsframleiðarar í Danmark. Yvir ein millión av donsku hyggjarunum velja at hyggja at X-Factor á DR1, og tessvegna vann DR á TV2 í kappingini um hyggjarar í bestu senditíð fríggjakvøld. Eisini føroyingar fylgja væl við í X.Factor.

Í Sosialinum í dag er grein og myndarøð um hoyvíkingin, sum hevur framleitt mangar av best umtóktu undirhaldssendingunum í Danmark seinnu árini.