Pernille vann føroyingauppgerðina í Keypmannahavn

Tríggir føroyskir landsliðsleikarar vóru á vøllinum, tá Ajax og Keypmannahavn hittust í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Í kvøld var føroyingauppgerð og lokaluppgerð í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum, har tríggir landsliðsleikarar vóru á vøllinum.

 

Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax tóku á heimavølli móti Pernille Brandenborg og hennara liðfeløgum í Keypmannahavn.

 

Útiliðið, Keypmannahavn vann ein sannførandi 29-23 sigur. Í steðginum var Keypmannahavn á odda 15-12.

 

Súna skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál hjá Ajax. Pernille skoraði tvey mál fyri Keypmannahavn.

 

Keypmannahavn er fjórðfremst við 20 stigum. Ajax er triðaftast við bert sjey stigum.