Heimasíður, SMS-boð, faldarar, rúgvuvís av lesarabrøvum, ráðgevarar av alskyns slagi og sjálvglað valevni, sum ikki fýra fyri at gera metur stórar plakatir av sær sjálvum. Hetta eru millum átøkini, sum valevnini til løgtingsvalið í 2004 nýta fyri at tekkjast føroyska veljaranum. Nógv vilja vera við, at valstríðið í ár minnir ikki sørt um fjákutu valstríðini í Amerika.
Ein av flokkunum í valstríðnum hevur herrópið "Fram kemur hann, ið hóvliga fer". At kalla framferðina hjá mongu av valevnunum fyri hóvliga, er at taka dýran til, tí føroyski veljarin verður dagliga díktur undir við valtilfari.
Fyri at leita aftur til dagarnar, har føroysk valstríð vóru føroysk og ikki amerikonsk , hava vit sett tveimum av royndastu politikkarunum í nýggjari tíð, Óla Breckmann og Vilhelm Johannesen, stevnu til at hugleiða um valstríðini í 70 árunum
Meira persónligt
Óli Breckmann varð fyrstu ferð valdur á ting í1974 fyri Fólkaflokkin. Formaðurin í tingbólki fólkafloksins hevur sostatt møguleika at halda sín 30 ára starvsdag í løgtinginum seinni í ár, men hetta er sjálvsagt treytað av, at Óli verður valdur á ting komandi týsdag
Vilhelm Johannesen stillaði fyri fyrstu ferð upp í 1970, men varð ikki valdur fyrr enn í1980. Óli og Vilhelm hava ført valstríð í hvør sínum herðashorni Føroyum. Breckmann hevur rikið í miðstaðarøkinum, meðan Johannesen hevur rikið í Norðoyggjum.
Hóast valstríðini í miðstaðarøkinum og í Norðoyggjum ikki eru so lík, eru báðir á einum máli um, at persónliga sambandið við veljaran er við at fána burtur. Óli og Vilhelm settu, í hvør sínum lagi, undir valstríðunum í 70 árunum nógva tíð av til at vitja fólkí í húsum teirra og tala fyri sær og sínum flokki.
- Stemningurin var heilt serligur, tá vit gingu húsagongd. Fólk vóru í góðum hýri og heimini vóru fjálg og hugnalig at koma í, greiðir Óli Breckmann frá.
Húsagongd var vanliga bæði áðrenn og aftaná valfundirnar á teimum
smærru støðunum. Vilhelm Johannesen sigur frá, at í Norðoyggjum var vanligt at fara bæði til Fugloyar og Svínoyar á valfund og tá vórðu flestu húsini í bygdunum eisini vitjað.
Teir halda, at valevnini í 70 árunum komu í nógv størri mun út persónliga til veljaran, meðan samskiftið millum valevni og veljara fer í dag gjøgnum loftmiðlar og alnetið. Í Norðoyggjum vóru valevnini á nærum hvørjari bygd á Svínoy, Fugloy, Kunoy, Kallsoy og Borðoy.
Valevnini ferðaðust millum oyggjarnar í báti. Túrarnar vóru ikki heilt vandaleysir og tað kom meir enn so fyri, at tað varð so ókyrt, at valevnini máttu fáa ein enda úr landi og verða togaði í land. ?Tá ráddi um ikki at verða bangin, tí tað kundi kosta atkvøður, um ein ikki tordi at taka í endan og tí gjørdi mann alt fyri at koma í land, sigur Vilhelm Johannesen
Í miðstaðarøkinum fór stórur partur av agitatiónini fram á húsahornum í Havn, har valevnini í hvør sínum lagi royndu at sannføra veljaran um at velja seg. Óli Breckmann sigur, at valevnini úr Havn komu eisini út um høvuðstaðin. Valfundir vóru bæði Nólsoy og Kaldbak.
Strævið
Vilhelm Johannesen heldur, at tað gerst alsamt strævnari at fylgja við í valstríðunum. ? Mann verður bombarderaður við brævgreinum, faldarum, sjónvarp og útvarpi. Útvarpið og sjónvarpið hava valsendingar samstundis og tí verður ein noyddur at fylgja við í báðum í senn og tað er strævið, sigur hann.
Javnaðartingmaðurin í Norðoyggum síðan 1980 heldur tað er harmiligt, at persónliga sambandið við veljaran er burtur. Hann greiðir frá, at Javnaðarflokkurin í Norðoyggjum fór seinasta val undir eitt átak fyri at halda fast í persónliga sambandinum við veljaran. Valevnini í Norðoyggjum vitja fyritøkur í Klaksvík og greiða stutt frá, hvørji valevnini eru og hvørji aðalmálini hjá flokkinum eru.
? At vitja fólk persónliga dámar mær nógv betur enn roksa við heimasíður og SMS boð, sigur Vilhelm Johannesen
Forkunnugar plakatir
Í dag ber ikki til at venda sær, uttan, at metur langar plakatir av valevnum eru at síggjast kring alt landið. Plakaturnar koma upp fleiri vikur undan sjálvum valdegnum. Talið av plakatum økist fyri hvørt val og heldur enn at prýða býin, vil onkur verða við at plakatirnar misprýða býin.
Leita vit nøkur ár aftur, komu valplakatirnar ikki upp at hanga fyrr enn sjálvan valdagin. Maður fór vanliga av húsi kvøldið fyri valdagin og tá fólk vaknaðu sjálvan valdagin var býurin prýddur við alskins valplakatum.
?Teir gomlu høvdu lagt lítið í plakatirnar í dag. Tær eru ov perssónsfikseraðar og teir gomlu høvdu ikki dámt, at valevnini gjørdu persónligar plakatir í manshædd, tí tað hevði verið tekin um persónar, sum vóru ov glaðir fyri seg sjálvar, heldur Óli Breckmann.
Óli fortelur, at á Meinigheitshúsinum vóru vanliga nógvar plakatir. Trælyktapelarnir runt í býnum vóru eisini nógv nýttir. Flokkarnir høvdu teknarar at gera plakatir og tað var ein serliga heiður, um mann var á eini plakat, greiðir Óli Breckmann frá.
Hann minnist serliga eina plakat, sum Tjóðveldisflokkurin ella Javnaðarflokkurin høvdu gjørt av sær til løgtingsvalið í 1974, har hann varð keipumyndaður sum ein stór hóttan fyri Føroyar.
-Í mínum fyrsta valstríði varð ein heil plakat gjørd av mær og tað var stórt tá. Eg var errin av at verða avmyndaður og eg fekk seinni plakatina í varðveitslu, sigur Óli Breckmann.
Í Norðoyggjum var Tjóðveldisflokkurin fyrstur við plakatum. Vilhelm sigur seg minnast frá valinum í 1966, at Tjóðveldisflokkurin rættiliga brynjaði seg út við plakatum. ? Teir høvdu eina rúgvu av plakatum og bannarum í býnum. Eg kann eisini minnast, at teir eisini lýstu við elektriskum perum á Kjøli. Perurnar rukku yvir góðar 300 metur og á Kjøli stóð, Vel tjóðveldi, fortelur Vilhelm Johannesen
Hann leggur skemtandi afturat, at Tjóðveldisflokkurin fekk kortini eitt óvanliga vánaligt val í Norðoyggjum hetta løgtingsvalið.