Peter Belli er deyður

Kendi danski tónleikarin gjørdist 79 ára gamal.

Kenda og eyðkenda røddin er tagnað. Peter Belli er deyður.

 

Danskir miðlar vita at siga, at familjan hevur boðað frá hesum umvegis plátufelagið Target Group.

 

Sum skilst hevur Belli stríðst við sjúku, og andaðist hann í gjár, 8. Juni 2023.

 

Hann var bæði sangari og sjónleikari. Hann kom fram í 1959, og hevur givið út sera nógvar útgávur. Hann er eisini kendur sum Ulven Peter.

 

Sum sangari hevur hann vitjað í Føroyum.

 

Hann valdi í 2017 at fara úr pall-ljósinum, og nú er hann deyður, 79 ára gamal.

 

Eftir hann sita konan June og børn teirra Michel, Chano og Natasja.