Gamla Hospital skal brúkast til býarsavnið og skal eisini vísa fram gomlu hospitalssøguna í Føroyum.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Gamla Hospital er ein søguligur bygningur í einum søguligum parti av býnum, har Müllers pakkhús og Skeiva pakkhús eru nærmastu grannar.
Kommunan hevur í eina tíð arbeitt við at finna eina loysn fyri býarsavnið, og hetta er eitt stig á leiðini at fáa eitt veruligt býarsavn í Havn.
Býarsavnið eigur nógvar lutir og nýggir lutir leggjast eisini afturat, og tí verður við tíðini neyðugt við einum størri býarsavni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##


















