Peter H. Niclasen: Mikkjalsdøtur bjargaðu degnum (FM1)

(FM1) Hoyr hjálparvenjaran og borðtennisveteranin, Peter Hentze Niclasen taka samanum føroysku avrikini í dag.

##med2##

Í borðtennis nærkast flest allar kappingarnar endanum her á oyggjaleikunum í Gibraltar. Í tvímansleiki eru Mikkjalsdøturnar, Anna og Rakul, væl við enn, og fyri løtu síðani eydnaðist tað teimum at vinna spennandi sigur við 3-2 í settum á Donner og Karlsson úr Álandi.

Sostatt eru føroysku genturnar til reiðar at spæla hálvfinalu klokkan 9 í morgin føroyska tíð móti Karlsson og Schwartz úr Gotlandi.

Tað, at Anna og Rakul hava tryggjað Føroyum í minsta lagi eitt bronsuheiðursmerkið bjargar degnum, undirstrikar hjálparvenjarin, Peter Hentze Niclasen. 

Peter Hentze Niclasen heldur ikki, at pørini sum eru eftir í kappingini í tvímansleiki eru ræðandi, og tí hevur hann ikki sørar vónir til hálvfinaluna hjá Onnu og Rakul. 

Eitt annað avrik Peter framhevar av dagsins dystum er, at Hallur Thorsteinsson megnaði at vinna 4-3 á Johan Pettersson úr Álandi.

Omanfyri ber til at hoyra eina samrøðu FM1 gjørdi við Peter Hentze Niclasen uttanfyri borðtennishøllina. 

##med3##

##ms##

(Samrøða við Peter Hentze Niclasen)