Várdagar verða í Skopun vikuskiftið, 26. apríl til og við 28. apríl, og her verður nógv ymiskt og forvitnisligt á skrá. Tiltøkini byrja seinnapartin fríggjadagin klokkan 16, tá Føroya Grótvirki fer at hava opið og fer at bjóða kaffi og nýbakaðar vaflur.
Á Føroya Grótvirki verður opið til klokkan 19, tá haldið byrjar í Skopunar skúla við eitt nú tiltakinum “Syngið við” og fyrilestrum, sum Jens Marius Hentze, Kathrina Joensen og Fríðhild Winther fara at halda.
Tað verður borgarstjórin, Gerhard Lognberg, sum fer at bjóða vælkomin, og her verður eisini matur í kantinuni, sum Óluvá Jensen fer at taka sær av. Tiltakið í Skopunar skúla varar heilt til klokkan 23.
Leygardagin klokkan 10 verður bjóðað til morgunmat í Vón, og klokkan 11 lata ymisk støð í bygdini upp, har eisini verður høvi at fáa ein kaffimunn. Millum tey støð, sum verða opin frá klokkan 11 leygarmorgunin, eru Ludda hús, Alexandursa hús, Gamla dansistovan, Ítrivslonin, Undirhúsið og skrivstovan hjá kommununi.
Klokkan 14 leygardagin verður nýggj standmynd av Peter Mohr Dam avdúkað, og tá letur eisini Neystið upp. Tað verður Fríðhild Winther, sum fer at bjóða vælkomin, og Gerhard Lognberg, borgarstjóri og Rigmor Dam, løgtingskvinna, fara at halda røður við høvið.
Leygardagin klokkan 15 letur økið við Skopunar skúla upp, og her verða hoppiborgir, spøl, grillaðar pylsur – og Bubu. Búfólk á Skerinum fara at skipa fyri loppumarknaði, og á økinum við heimið verður eisini ponyríðing.
Í tímunum frá klokkan 16 til 19 leygardagin verður forvitnisligt tiltak á Føroya Grótvirki, har slaktarin hjá FK í Hoyvík fer at grilla ræst lambs-og kálvakjøt.
Leygarkvøldið verður veitsla í Samljóði, har ymisk verður á skrá, og eitt nú fer Bill Justinussen at undirhalda. Skráin fyri leygarkvøldið endar við dansi, sum byrjar á midnátt, og her fara Georg Eystaná og onnur at spæla.
Várdagar í Skopun enda sunnudagin við sangmøti í Missiónshúsinum klokkan 18, og Skopunar kommuna letur heilsa og sigur, at øll eru hjartaliga komin til várdagar - og alt verður ókeypis, verður lagt aftrat.