Perlan hevur opið hvørt sunnukvøld í februar mánaði frá klokkan 19.30 - 22.30. Dánjal og Bjarki og Crawling Blue hava longu spælt, og nú sunnukvøldið 21. februar fer Petur Háberg Trio fer at framføra.
Petur Háberg er vanliga kendur úr bólkinum Bet You Are William, men sunnukvøldið verður eitt sindur ørðvísi.
- Tað er ikki alt, sum eg geri, ið passar inn í BYAW-konseptið. Í BYAW er tað nógv riff, breaks og bara gongd í. Men, man situr eisini og skrivar ymiskt annað heima við hús, ið er stillari og meiri akkustiskt. So hóast tað eisini verður pláss fyri eitt sindur av BYAW-løgum, so verður meginpartin onnur løg, ið tey flestu ikki kenna, sigur Petur Háberg, ið fer at hava systir sína, Guðruna P. Háberg, sang, og Bartal Augustinussen á gittara við sær.
Tiltakið er ókeypis og einki aldursmark.