Petur Jacobsen 50 ár

10. juli fylti stjórin á útvarpsrásini Rás2, Petur Jacobsen í Søldarfirði, 50 ár

Petur er føddur í Søldarfirði, sonur Inger, f. Rasmussen, og Dávur Jacobsen í Søldarfirði. Sum tvey ára gamal flutti hann saman við foreldrum sínum til Havnar at búgva. Í 1959 fluttu tey til Klaksvíkar, tá pápin, Dávur Jacobsen, sum var byggimeistari, var við til at byggja Klaksvíkar Sjúkrahús. Sum 14 ára gamal fór Petur í læru sum bilmekanikari hjá Rósing Rasmussen í Søldarfirði. Hetta var í Í 1967. Hann var onkran túrin til skips meðan hann lærdi. Seinni fekk hann sær egnan lastbil og koyrdi í eini trý ár. Í 1977-78 var hann verkførari á bilverkstaðnum hjá Johannes Berg á Glyvrum. Í 1979 stovnaði hann sína egnu fyritøku í Søldarfirði, Essan, sum var ein verkstaður til umvæling av lastbilum, bussum, gravimaskinum og øðrum tungum akførum. Í 1981 flutti Essan inn í nýggj og størri hølir í Søldarfirði. Tá Petur gavst við Essuni síðst í 80-unum, fekk hann sær egnan dekkverkstað í Søldarfirð og umboðaði amerikansku Goodyear dekkini. Í 1995 stovnaði hann ADJ-Sound, sum tók sær av at útleiga tónleikaútgerð til konsertir og onnur stór tiltøk. Í 1999 stovnaði hann útvarpstøðina Rás2, eftir at útvarpstøðin, Atlantic Radio, var hildin uppat. Rás2 sendi fyrstu ferð 14. desember 1999. Síðan tá hevur Petur saman við familjuni og øðrum starvsfólkum rikið hesa útvarpstøðina við Hoyvíksvegin í Havn. Petur er giftur við Randi, f. Samuelsen, av Tvøroyri. Børnini hjá teimum eru: Anja, Dávur, Jan, Ronny og Ingi.