Petur Jakku og Dorthea á Dunganum

Nena Danielsen greiðir her frá tveimum av systkjunum á Dunganum:

Brøðurnir Jákup og Petur Jakku á Dunganum bygdu sær eini dupult­hús beint omanfyri sandin í Syðru­gøtu. Petur Jakku átti ytru helvtina. Hann er nokk farin í húsini, tá ið hann giftist Elspu Katrinu, ættað úr »niðri við Hús« í Syðrugøtu. Hon var systir Per bónda, sum hevði konu úr Barbustovu. Tey áttu ein son saman, Poul Anthon, uppkallaður eftir ommuni og abbanum Onnu Malenu og Poul á Dunganum. Hann doyði sum sagt við “Onnu” í 1924.
Tey fingu ikki nógv ár saman, tí Elspa Katrina doyði av bróstsjúku. Eftir at konan doyði, flutti Petur Jakku heim aftur á Dungan við soninum, og her húsaðist hann saman við mammu síni. Nýggju húsini seldi hann til Sáru og Eiðis Hans Jakku.
Petur Jakku giftist uppaftur við Onnu Kristinu av Skipanesi, systir teir kendu brøðurnar Í Grótinum í Klaksvík. Tey fingu eina dóttir saman, men hon doyði frá teimum sum lítil.

Tóku børn til sín
Petur Jakku og Kristina fostraðu fleiri børn upp. Eitt teirra var Luddi, ættaður frá Gjógv. Eisini Alberta, ættað úr Grótinum í Klaksvík, var uppfostrað har. Hon var bróður­dóttir Kristinu. Luddi fór til Klaks­víkar í málaralæru hjá Peturi á Hædd, og hetta arbeiðið lá væl fyri hjá honum. Hann bleiv verandi ógiftur og búði á Dunganum, til hann bleiv ein gamal maður.
Alberta giftist við Meinhardi Gaardlykke úr Lamba, og tey bú­settust har. Dóttir teirra, Asta, varð eisini uppfostrað á Dunganum. Hon giftist inn á Skála.
Andrias í Køkubúðini, beiggi Edvard á Dunga, var eisini nøkur ár á Dunganum, men fór yvir aftur til Norðragøtu 12 ára gamal.
Mona systir minnist, at hon og Palli bróðir vóru boðin í jólaselskap hjá Kristinu. Saman við Ludda fingu tey sjokulátu og flødaskúm. Eisini fingu tey nógvar fínar køkur, og Luddi átti nógv leikutoy, sum tey spældu við. Tað, sum hon minnist sum eitt serstakt upplivilsi, var, at tey fingu loyvi til at koma inn í eitt myrkt rúm, har tað hekk ein sjálvlýsandi krossur á vegginum. Petur Jakku hevði nokk keypt hann uttanlands. Hetta stendur so klárt í minni hennara, tí henni tókti hetta at vera so óskiljandi. Eisini uttanfyri húsini var so nossligt, baldursbrá vaks í tí hvíta skelsandinum.

Petur Jakku til lands í Íslandi
Eg minnist so væl, tá Petur Jakku kom heim aftur, hann hevði verið til lands í Íslandi. Hann beyð mær inn at fáa mær ber, sum hann hevði havt heim við. Hann var so fittur. Eg helt hann vera ein vakran eldri mann. Vit vóru ógvuliga góð við hann og hann við okkum.

Hjá Kristinu skuldi alt vera fullfíggjað
Seinastu ferð eg var inni á Dung­anum og vitjaði Kristinu, fekk eg drekka í fínustovu. Tey høvdu tvær stovur. Í fínustovu vóru vakrir plyssmøblar og hvítar stív­að­ar gardinur við breiðari hekl­að­ari blondu niður við, sum so vóru tiknar til síðis. Gólvið var hvítskúrað og garvaði skinn prýddu tað. Kristina var ógvuliga blíð. Vit komu at tosa um royking. Eg segði, at eg átti ongantíð sigarettir inni til at bjóða fólki, tí at hvørgin okkara roykti. Tá minnist eg, at Kristina segði: »Tað, sum tær ikki dámar at brúka sjálv, skal tú ikki bjóða øðrum«. Jú, Kristina hevði sínar avgjørdu meiningar.
Kristina var seymikona. Hon hevði ógvuliga góðar hendur. Hon var eisini perfektionist soleiðis, at alt, hon gjørdi, tók langa tíð.
Har skein á hvørjum spreki. Tú aftraði teg við at stíga á tað grønmálaða gólvið, sum altíð skein og sá nýmálað út. Gardinur og dúkar vóru heklað og broderað og væl var strokið og stívað. Meginpartin av summarinum brúkti hon til at gera høvuðreint og at mála. Hon helt heimið ógvuliga pent, eisini tá hon kom uppí árini.
Kringur í íslendskum
Petur Jakku var annars nógv ár til lands í Íslandi, og hann dugdi væl íslendskt.
Í 1933 vóru íslendsk skúlabørn og ferðaðust ymsa staðni í Føroyum. Tey vóru eisini til eina hugnaløtu, sum var hildin í gymnastiksalinum í Gøtu skúla. Í samband við hesa samkomu, helt Petur Jakku røðu á reinum íslendskum máli. Sagt er mær, at hendan røðan var hildin at vera á so høgum støði, at hon fekk nógva umrøðu tíðina aftaná. Dunga­mentanin fornoktaði seg ikki.
Petur Jakku var vakur og væl­vaksin maður. Hóast sína vanlagnu, minnist eg hann sum ein mann, ið altíð var líka vinsælur og blíður. Ein maður, vit sóu upp til.

Dorthea misti tveir versynir og verdóttir sama ár
Dorthea var ein systir á Dunganum. Hon giftist við Líggjas Huus, Líggj­as á Mýruni í Syðrugøtu. Vit børn kallaðu hann Líggjas abba. Tey settu búgv úti í Heygsmørk. Eg minn­ist ikki tey gomlu húsini, men havi eina hóming av, tá ið elsti sonurin, Jógvan Martin, bygdi av nýggjum, eg haldi at tað var á gomlu grundini. Hetta vóru stór og snotulig hús við miðstøðuhita. Tað vóru fá hús í Gøtu, sum høvdu tað. Dorthea og Líggjas abbi fingu seks børn: Jógvan Martin, Poul, Petur, Rikka, Marin Sofía og Kristina. Tað vóru systrarnar, sum áttu tey flestu børnini í familjuni, og vóru tey nær knýtt at hvørjum øðrum.
Í krígsárunum var nógvur út­róður, og pápi var á báti saman við teimum til beiggjarnir vuksu til, og teir fingu bát sjálvir.
Dorthea ommusystir hevði hetta sama stillisliga lyndið sum omma, og vit børn elskaðu hana. Men eisini tey komu til at kenna ógvusligar brotasjógvar, tá ið “Fossanes” gekk burtur í 1938 við mann og mús. Bæði Rikka, ið var gift við Palla Høgnesen úr Leirvík, og Kristina, ið var gift við Mortan Holm av Argjum, mistu sínar menn har. Rikka átti tveir synir, Leivur og Jonhard, og hon gekk við tí triðja, sum kom at eita Palli eftir pápanum. Kristina átti einki barn.
Tað var vist sama árið, at Poul misti sína konu á barsilssong við fyrsta barninum. Hetta legði sínar døpru skuggar yvir heimið har í longri tíð.
Aftaná at hava livað einsamallur í fleiri ár, giftist Poul upp aftur við Sonnu Joensen av Hvítanesi. Tey fingu døturnar: Borgarhjørt, ið býr í Klaksvík og er gift við Jákupi Sól­stein, og Tordis, sum giftist við Ingolfi Nielsen og búði á Argjum. Hon doyði fyri nøkrum árum síðani.
--------

Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá minuni í Syðrugøtu undir krígnum.